Træsmíð - ein stuttlig lærugrein

18. februar 2024

Træsmíð - ein stuttlig lærugrein

 

Tað verður nógv tosað um, at handaligu lærugreinirnar skulu raðfestast hægri í fólkaskúlanum, og tað er ikki uttan orsøk. Í handaligu lærugreinunum eru ítøkilig úrslit, og næmingarnir menna síni skapandi evni og handaligu førleikar.

 

Træsmíð er ein lærugrein, sum flestu næmingar dáma at hava.

Møguliga eru tað amboðini, sum eru spennandi, møguliga eru tað ítøkiligu úrslitini og møguliga eru tað møguleikarnir at skapa ein lut. Allarhelst er tað ein samanrenning av øllum hesum.

 

Her eru tað dreingir í 5. flokki, sum hava havt træsmíð í nakrar vikur. Tað kann vera ymiskt, hvat er komið burturúr hjá hvørjum einstøkum, men teir hava gjørt hvør sín lut, sum teir hava fingið heim við.

 

Her kunnu tit síggja nakað av tí, sum teir hava gjørt.