Dania Tausen vitjar Valskúlan

20. februar 2024

Rithøvundavitjan á Skúlatrøð

 
 
Føroyar lesa er ein verkætlan, sum hevur til endamáls at fremja góðan hugburð til lesing og eina góða lesimentan. Átakið vil varpa ljós á lesigleði og týdningin at lesa, serliga á móðurmálinum. 

 

Seinasta átakið hjá verkætlanini Føroyar lesa er gjørt í samstarvi við Rithøvundafelag Føroya og er hetta átakið at bjóða skúlunum ókeypis rithøvundavitjanir.  Tað ger nemliga stóran mun fyri næmingar og teirra lesigleði, at hitta rithøvundin.

 

Fyri at fáa ríkiligt gagn av eini rithøvundavitjan er neyðugt, at partarnir eru fyrireikaðir. Lærarin fyrireikar flokkin við at lesa bøkur ella tekstir eftir høvundin. Eisini kann flokkurin arbeiða við evnum og fyrireika spurningar til høvundin. Høvundurin fyrireikar seg eisini í samráð við læraran og at svara spurningum frá flokkinum.

 

Í farnu viku var marglistakvinnan Dania O. Tausen og vitjaði Valskúlan. Næmingarnir høvdu áðrenn vitjanina hugt at heimildarfilminum “Skál”, sum fylgir Daniu og hennara vinfólkum gjøgnum fleiri ár, umframt at tey høvdu lisið úr hennara yrkingasavnið av sama navni.

 

Dania greiddi frá um seg sjálva og síni spennandi ferð gjøgnum lívið frá fólkaskúla til hon nú, sum 25 ára gomul listakvinna, longu hevur lagt navn til fleiri útgávur innan bæði tónleik og skaldskap.

 

Dania framførdi okkurt lag og las eisini upp úr yrkingasavninum, og leiddi síðani næmingarnar gjøgnum nakrar skrivivenjingar, so teir sluppu at royna seg sum yrkjarar.

 

Hetta var ein sera góð og lærurík løta, sum næmingarnir høvdu saman við hesi áhugaverdu og nærverandi ungu listakvinnuni.

 

Listakvinnan Dania Tausen fer heilt víst at gera okkurt sprell afturat í framtíðini við sínum framúr listagávum.