Venjingardagur hjá skúlahornorkestrinum

25. februar 2024

Venjingardagur hjá skúlaorkestrinum

 

Týsdagin í síðstu viku hevði skúlaorkestrið á Skúlatrøð vitjan av næmingum úr Vágum.  Næmingarnir vandu saman í miðhøllini allan fyrrapartin og høvdu síðani eina konsert fyri næmingunum í miðdeild aftaná venjingina.

 

Næmingarnir í skúlahornorkestrinum høvdu ein góðan dag saman. Tey vandu hart, spældu úti og hugnaðu sær saman. Dagurin endaði við konsert og aftaná hugnaðu tey sær við pitsa.

 

Vit hava fingið nakrar myndir frá venjingini og frá konsertini. So hava vit eisini eitt videobrot av løgunum, sum tey spældu til konsertina. Tað kunnu tit síggja niðanfyri her.

 

Tað hoyrdist væl, at tey høvdu fingið nógv burtur úr venjingardegnum, tí konsertin var góð og tey spældu væl saman.

 

Tónleikur ger nakað gott við okkum og knýtur okkum saman, og tí er tað gott at vera við í tónleikaligum virksemi.

 

Vit takka fyri eina góða konsert