Foreldrafundur fyri 8. flokk 5. mars

4. mars 2024

Foreldrafundur fyri 8. flokk 5. mars
 

SSP bjóðar foreldrum hjá næmingum í 8. flokki, á ein felags foreldrafund týsdagin 5. mars kl. 19.00 – 21.00.

 

Evnið er Ung og lívið í 8. flokki.

 

Tey ungu hava brúk fyri, at foreldur tosa saman um, hvussu tey á ein góðan hátt kunnu vera um tey ungu, ímeðan tey fóta sær í ungdómsárunum.

 

Fyri at fáa innlit í støðuna og vanar hjá teimum ungu, verða verkstova og spurnakanning fyrr um dagin, har næmingar brúka snildfon ella teldu.

 

Tað er gevandi hjá foreldrum at hittast og skifta orð um áskoðanir, rammur, sosialu samveruna og trivnaðin í flokkinum.

 

Ynskiligt er, at bæði foreldrini luttaka og hava telefon við.

 

Daisy J. Iversen, SSP-ráðgevi, leggur fyri.

 

Gevið flokslæraranum boð, um tit koma ella ikki !!!

 

Tit kunnu lesa meir um SSP  her

 

Hvat er SSP
SSP er ein tvørfaklig samstarvsskipan millum fakbólkar, ið fáast við børn og ung í Føroyum.

Heitið, SSP, er ein stytting fyri høvuðspartarnar í SSP-samstarvinum, Skúli, Sosialir myndugleikar og Politi. Virkisøkið hjá SSP er øll børn og ung frá 0-18 ár.

Endamálið er at savna, samskipa og fremja felags fyriskipanir, sum skulu fyribyrgja kriminaliteti og skaðandi atburði millum børn og ung.

SSP-samstarvið er millum Barna- og útbúgvingarmálaráðið, Kommunufelagið og Føroya Landfúti, ið varð sett á stovn 16. juni 2008.