Skúlahornorkestrið fingið búmerki

1. mars 2024

Búmerki til skúlahornorkestrið

Fyrr í ár varð skipað fyri búmerkjakapping. Skúlahornorkestrið skuldi hava búmerki, og hornnæmingarnir kundu tekna síni uppskot til búmerki.


Fleiri flottar og kreativar tekningar komu inn, og hesar tekningarnar vóru latnar eini dómsnevnd. Í dómsnevndini vóru Vagn Foldbo, umboðandi skúlan, Fiona Parker, umboðandi tónleikalærararnar og Petur Simonsen, form. í Klaksvíkar Hornorkestri.

 

Dómsnevndin valdi eina mynd í rúgvuni, sum tey hildu hóskaði sum búmerki. Síðan fór hendan myndin ein túr á skriviborðið hjá Jastrid Gullaksen, sum hevur fingið nýggja búmerkið at hóska til búmerkið hjá skúlanum.

 

Tað er Ida Kjærbo, sum hevur teknað búmerkið hjá Hornorkestrinum á Skúlatrøð.