Skúlaleikir 2024 - Skúlatrøð

4. mars 2024

Skúlaleikir - rørslugleði og góður felagsskapur fyri øll

 

Í farnu viku vóru skúlaleikir fyri norðurøkið í Batmintonhøllini í Klaksvík. Tað er Ítróttarsamband Føroya, sum hevur tikið stig til skúlaleikir.

 

Endamálið við skúlaleikum er, at skapa rørslugleði og góðan felagsskap fyri øll, at øll skulu kunna vera við og føla seg væl.

 

Skúlaleikir rúma ymiskum ítróttarlærugreinum, sum verða lagaðar til floksstigini. Stórur dentur verður lagdur á felagsskapin og er eisini hetta eitt øki, sum flokkarnir fáa heiður fyri.

 

Tað eru 4., 5., og 6. flokkarnir, sum luttaka til skúlaleikir. Fyri 4. flokkarnar vóru lærugreinarnar flogbóltur og frælsur ítróttur. Fyri 5. flokkarnar vóru lærugreinarnar badminton og innirógving og fyri 6. flokkarnar vóru tað kurvabóltur og rørslumegi.

 

Tað var hugaligt at síggja, at øll kundu vera við og at øll vóru sterk á onkrum øki. Og tað er nemliga tað, sumer gott við skúlaleikum, at øll hava ein tjans.

 

Okkara 6.a fekk heiðursmerki fyri góðan felagsskap. Tað er ein rættiliga góður eginleiki at hava.

 

Vit fingu nakrar myndir av okkara næmingum hesar dagarnar, skúlaleikirnir vóru.

 

Tú kanst síggja fleiri myndir frá skúlaleikum her

Tú kanst lesa alt um skúlaleikir her