Vit eru við í Spæl føroyskt

6. mars 2024

Skúlakórini í Varpinum

 

Vika 10 – frá 4. til 10. mars, er Spæl føroyskt vika. Hesa vikuna verður føroyskur tónleikur spældur burturav og fleiri tiltøk eru runt landið, har ljós verður sett á føroyskan sang og tónleik.

 

Vit á Skúlatrøð eru eisini við, og mikumorgunin var Eldra skúlakórið í Varpinum og sang. Tað er NBH, sum hevði bjóðað teimum eldru borgarunum í Norðoyggjum til Spæl føroyskt í Varpinum.

Yngra skúlakórið sang í dag hósdagin fyri børnum í dagstovnum og barnagørðum í býnum, sum vóru boðin í Varpið í dag. 


Vertirnir í barnaútvarpinum vóru eisini við í dag og tosaðu við sangarar í kórinum. Hetta verður sent í Kvf í morgin fríggjadagin. 

Her kunnu tit hoyra bæði kórini syngja. Kórleiðararnir eru Beinta Persdóttir, Elsa Maria Lorentzen og Malan Heinadóttir. Við klaverið situr Eyðbjørn Jacobsen.

Vit hava fingið upptøkurnar sendandi. Myndagóðskan er ikki optimal, men sangurin er vakur og góður.

 

Vit á Skúlatrøð eru ógvuliga glað og takksom fyri skúlakórið og fyri toymið, sum tekur sær so væl av kórunum báðum.

 

Sangirnir, ið Eldra skúlakórið syngur eru: Minst til at biðja faðirvár eftir Hans Andrias Djurhuus og Hesi sníð eftir Karsten Hoydal.

Sangirnir, ið Yngra skúlakórið syngur eru: Øll eru líka góð eftir Steintór Rasmussen, sum bæði hevur gjørt orð og lag, Her kemur Pippi Smokkuleggur og Vinir.