Serligur steinur frá seinna heimsbardaga

8. mars 2024

Serligur steinur frá seinna heimsbardaga.

Herfyri høvdu tey í 5.b um seinna heimsbardaga. Lærarin hevði sagt við næmingarnar, at um tey kendu ella vistu um onkran, sum livdi í krígsárunum, so var tað eitt upplagt høvi til at fara at vitja tey ella spyrja onkran, sum visti okkurt at siga um seinna heimsbardaga.

Tað vóru fleiri, sum høvdu søgur at siga, men ein var serliga áhugaverd. Ein næmingur hevði ein serligan stein við eini gravering á við í skúla. Tað var Jón Fríði Klakkstein, sum hevði steinin við.

Tað var soleiðis, at undir krígnum komu flúgvarar at bumba. Tann eina bumban brast niðri í Vági (beint við springvatnið). Grót og steinar fóru í allar ættir og hesin steinurin fór niður ígjøgnum takið og endaði á stovugólvinum (miðhæddini) í húsunum, har drongurin býr.

Á plátuni stendur graverað 

Steinur frá bumbuálopinum Niðri í Vági 26. okt. 1941.

Steinurin fór niður ígjøgnum takið og endaði í stovuni hjá Jóhann Klakkstein

Undir krígnum búði langabbin, Jóhann Klakkstein í húsunum. Fyrr var steinurin brúktur til at buka fisk og til rullupylsu, men nú er hann bara til pynt.

Hetta var ein áhugaverd og sonn søga við einum luti frá seinna heimsbardaga.