Kunnu bøkur hava smakk?

10. mars 2024

Bókasmakking á bókasavninum
 

Jú, bøkur smakka!

Tær kunnu smakka illa, tær kunnu smakka væl, tær kunnu vera súrar, tær kunnu vera søtar, tær kunnu vera ein brellbiti, tær kunnu stimbra smakksansirnar og tær kunnu gera okkum forvitin.

 

Tú heldur kanska, at tað er løgið at siga, at bøkur smakka, men tað er ikki so løgið. Tær kunnu bæði smakka og fáa teg at vilja smakka meira.

 

Tá tú gongur á einum bókasavni, so kann vera, at tú gongur framvið meturlongum bókahillunum og bert skeitur eftir bókaryggjunum, uttan at taka eina einastu bók av hillini, men tekur tú so eina av og byrjar at lesa baksíðuna, so fært tú longu tá ein smakka av bókini.

 

Størsta ynski hjá einum bókavørði er, at børn vilja smakka bøkurnar, sum standa á hillini, tí nógvar bæði smakka væl og eru góðar vitaminir. Bókavørðirnir hava tí bjóða næmingum á bókastovu til bókasmakking.

 

Næmingarnir møta til búgvið og vakurt dekkað borð við einum borðservietti og einari bókaskrá. Eisini standa saltstengur á borðinum. Bókaskráin er 3 rættað, har næmingarnir fáa forrætt, høvuðsrætt og omaná.

 

Bókavørðurin hevur lagt nógvar tilvildarligar og útvaldar bøkur fram og so fara gestirnir upp at fáa sær forrætt. Teir velja eina bók og seta seg niður við bókini og smakka uppá hana í 5 minuttir. Her hyggja teir eftir kápuni, lesa baksíðuna og blaða ígjøgnum bókina. Síðani skulu teir gera eina meting av bókini og skriva stutt um inntrykkið, teir hava fingið av bókini og um hetta er ein bók teir kundu farið at lisið. Til seinast skulu teir geva bókini so nógvar kokkahúgvur, sum teir meta, hon hevur uppiborið.

 

Sami framgangsmáti verður gjørdur við høvuðsrættin og omaná.

 

Nú hava næmingarnir havt tríggjar bøkur úr rúgvuni á hondum og fingið ein fyribils smakk av bókini. Teir hava tí eisini fingið eyguni upp fyri áhugaverdum bókum og ikki bara sæð bókaryggirnar. Teir hava nú fingið ein forsmakk og vónin er nú, at teir velja eina ella fleiri bøkur úr rúgvuni at lesa.

 

Sum tit síggja á myndunum, so er hetta eins og at koma á matstovu til 3 rættaðað matskrá, men innihaldið er bøkur í staðin. So sum tit síggja, so kunnu bøkur smakka. Tú skalt bara royna, um tær dámar bókina, og tað kanst tú bara gera, um tú fært tær ein lítlan smakk fyrst.

 

Her síggja tit næmingar í 7. flokki royna seg í bókasmakking.