Grækarismessan, sum bleiv avlýst

11. mars 2024

Dagbókin 12. mars 2020

Dagurin fyri júst 4 árum síðani var ein løgin dagur. So løgin, at tað kendist onkursvegna rætt at festa upplivingina niður á blað. Næmingar og lærari í 6.b lýstu støðuna soleiðis, henda 12. mars 2020

 

Góða dagbók!                                                                                                                                                                                                             12. mars 2020

 

Dagurin í dag er løgin. Tað er 12. mars og grækarismessa, og eftir røttum eiga vit at bjóða tjaldrinum vælkomnum, men hetta er alt avlýst!

Tað er so undarligt, at alt brádliga nú skal leggjast stilt í Føroyum. ALT er av hesum lorta corona-virusinum!!!

Eitt er tó MEGA well, og tað er, at vit fáa FRÍÍÍ úr skúlanum í 14 dagar. SAKIN!

Í morgun hava vit bíðað eftir boðum frá løgmanni, og tað varð sum fleiri av okkum vónaðu, at skúlin verður stongdur.

Nøkur halda, at tað er ongin orsøk at stongja skúlan, tí bara tveir corona-tilburðir eru í Føroyum, men myndugleikarnir siga, at vit mugu hugsa um heilsuverkið, sum ikki klárar at hjálpa, um ov nógv verða innløgd við corona.

Í gjárkvøldið, eftir danska tíðindafundin hjá Mette Frederiksen, fóru danir at keypa inn undir seg. Tað gav onga meining, at teir stóðu so tætt í handlunum, tá smittuvandin er so stórur.

Ná, men nú gleða vit okkum til at vera heima í 14 dagar og hugna okkum og hava tað gott. Vit mugu tó ansa eftir okkara gomlu – ommum og abbum og kanska langommum og langabbum eisini. Kanska onkur í familjuni er veikur og ikki tolir at verða smittaður??

Tað mugu vit hugsa um!!!

Sum vit søgdu í áðni, “Ein løgin dagur!”

 

Tjaldur, ver vælkomið!