Rithøvundur vitjar á Skúlatrøð

12. mars 2024

Ingun Christensen vitjar 8.a

 

Triðja rithøvundavitjanin á Skúlatrøð í ár var mikudagin 5. mars.

Nú hava vit havt tríggjar vitjanir av føroyskum rithøvundum og møguliga verða tað fleiri. Ein rithøvundavitjan hevur til endamáls at stimbra lesigleðina hjá børnum og ungum.

 

Fyri at fáa ríkiligt gagn av eini rithøvundavitjan er neyðugt, at partarnir eru fyrireikaðir. Lærarin fyrireikar flokkin við at lesa bøkur ella tekstir eftir høvundin.  Eisini kann flokkurin arbeiða við evnum og fyrireika spurningar til høvundin. Høvundurin fyrireikar seg eisini í samráð við læraran og at svara spurningum frá flokkinum.  

 

Tað var rithøvundurin Ingun Christensen, sum 5. mars vitjaði 8.a.

Flokkurin hevur lisið nýggju ungdómsskaldsøguna Sólgrátur, sum er um 15 ára gomlu Aud, sum er ættleidd úr Kolumbia. Besta vinkona Aud er flutt, og nú skal Aud standa á egnum beinum. Hetta er ein avbjóðandi tíð fyri Aud. Bókin viðger nethapping, sálarheilsu og ættleiðing.

 

Ingun Christensen greiddi frá um, hvussu bókin var vorðin til og so las hon brot úr bókini, sum vóru viðgjørd við spurningum og svarum.

 

Tað hevur týdning fyri lesihugin, at lesarin fær høvi at hitta høvundin og seta spurningar til bókina og evnini í bókini.

Aftur ein lærurík rithøvundavitjan hesa ferð og vit takk fyri henda framúr møguleika.