Rithøvundur á vitjan - 5.a greiðir frá

9. apríl 2024

Tað hevur týdning at hitta rithøvundin!

At tað hevur týdning fyri lesaran at hitta rithøvundan, fáa vit staðfest í barnaútvarpinum hesa vikuna.

 

Rithøvundavitjanir eru í skúlunum kring landið, tí verkætlanin Føroyar lesa hava bjóðað øllum skúlum ókeypis rithøvundavitjanir. Tað er ikki uttan orsøk, at hesar vitjanir eru settar á breddan. Tað hevur nemliga avgerðandi týdning fyri lesihugin at hitta høvundin. Tú fært innlit í arbeiðsgongdina og tann heimin, sum høvundur og figurar eru í, og tú kanst spyrja beinleiðis um tað, sum tú undrast á.

 

Rithøvundavitjanir eru vónandi komnar fyri at vera, tí hetta er eisini við til at menna rithøvundin sjálvan. Her fær hann innlit í, hvussu børn hugsa og hvat tey vilja hoyra og lesa um.

 

Í barnaútvarpinum í morgun vóru vertirnir og vitjaðu næmingar í 5.a, sum høvdu vitjan av Rakel Helmsdal. Her hoyra vit Aron, Poul Martin, Randi og Idu greiða so sera væl frá.

 

Til Móðurmálsdagin 25. mars, sum var hildin í Varpinum, var eitt upplegg um, hvussu stóran týdning hesar rithøvundavitjanir hava. Niðanfyri eru brot úr hesum uppleggi.