Tær bæði seyma og brodera

14. apríl 2024

Tær seyma sjálvar

 

Í 10.E ganga Anna Mørkøre, Heidi Simonsen og Victoria Munk. Hetta er seinasta ár teirra í fólkaskúlanum, og nú gera tær seg klárar at fara víðari – á miðnám, annan skúla ella til arbeiðis.

 

Siðvenja er, at 10. floksnæmingar skaffa sær blusur, áðrenn teir fara úr skúlanum, og tað hava hesar tríggjar damurnar eisini gjørt. Tær hava nemliga sjálvar seymað sínar blusur í skúlanum.

 

Fyrst hava tær seymað blusurnar, og síðani hava tær verið á FabLab í Kambsdali og fingið prent á blusurnar. Hetta hevur verið sera spennandi hjá teimum, og tær hava lært eina rúgvu.

 

Tær eru so hepnar at hava lærarar, sum duga sera væl at gera handarbeiði og læra av sær. Tað eru Margretha Nystrøm og Gunhild W. Arge, sum eru um 10.E.

 

Damurnar hava eisini broderað fyriklæði og seymað brysti til føroysk klæði, so hugni, skapan og kreativitetur hevur verið ein stórur partur av undirvísingini.

Í 10.E er gott at vera, og lærararnir brenna fyri, at næmingarnir hava tað gott og mennast.

 

Tað verður sorgblítt, tá damurnar gevast á Skúlatrøð. Vit fara at sakna tær og vilja ynskja teimum alt tað besta á leiðini víðari.