Violinspæl til morgunsangin

14. mai 2024

Morgunløturnar eru góðar

Morgunsangurin og morgunløturnar innihalda mangt og hvat. Onkuntíð og ofta fáa næmingar høvi at vísa síni frítíðarítriv, og tað er serliga sangur og ljóðføri, sum verður víst hesar løturnar.

Í morgun var tað Hanna Lilja, sum við síni violin so væl spældi Góðan morgun ketta mín. Hetta ljóðaði ordiliga væl. Tað skal dirvi til at framføra fyri eini fjøld, og tað eru nógv børn, sum hava hetta dirvið.

Sum tit síggja, so duga áhoyrararnir væl at sita stillir og lurta, so tað er bæði ein lærdómur fyri tann, sum framførir og fyri tey, sum hoyra, tá framførslur eru.

Tit kunnu hoyra spælið við at trýsta á filmin niðanfyri.