3.d vitjar Starabúrið

14. mai 2024

3.d vitjar Starabúrið

Tey vaksnu kenna óivað til Starabúrið á Kjalarvegnum, og tað gera fleiri børn eisini, í øllum førum næmingarnir í 3.d.

Í dag vitjaði 3.d Starabúrið, sum omma og abbi Victor eiga. Victor gongur í flokkinum, og flokkurin hevur vitjað Starabúrið áður. Hetta er nakað, sum teimum dáma væl og tey halda tað vera stuttligt at vitja Starabúrið.

Børnini sungu tabellsangir og sangir um bókstavaraðið, og so sungu tey eisini ein sálm. Tað ljóðaði so væl, og tit kunnu hoyra tey, um tit vitja leinkið hjá Starabúrinum, sum liggur her niðanfyri.

Aftaná fingu børnini sunkist, keks og muffin.

Hetta var ein sera góð løta.

 

Tit kunnu fylgja leinkinum og hoyra flokkin syngja.

 

Tit kunnu hoyra tey syngja tabellsangin her

Tit kunnu hoyra tey syngja ein annan tabellsang her

Tit kunnu hoyra sangin um bókstavaraðið her

Tit kunnu hoyra tey syngja sálmin Klokkan slær her