Planta eitt fræ

14. mai 2024

Planta eitt fræ

Í náttúrufakunum skulu næmingarnir læra um arbeiðsháttin hjá granskarum. Tað eru serliga tríggjar reglur, sum granskarin skal fylgja fyri at fáa galdandi úrslit.

 

Regla 1: Brúka fleiri eins royndir og ger kanningina fleiri ferðir. Um tú ikki gert kanningina fleiri ferðir, so verður óvissan størri.

 

Regla 2: Samanber við okkurt. Ger royndina uppá tveir ymiskar mátar

 

Regla 3: Kanna ein variabul í senn. Tað merkir, at alt má vera so eins sum til ber.

 

Næmingarnir fóru í tríggjar bólkar.

 

Bólkur 1 kannaði, um ertrafræ tørvar mold fyri at spíra. Vatt var latið í 5 íløt og mold í 5 íløt og so varð fræ latið í øll íløtini og eitt sindur av vatni.

 

Bólkur 2 kannaði, um ertrafræ tørvar ljós fyri at spíra. Mold og fræ og vatn vóru latin í 10 íløt, har 5 íløt vóru sett í vindeygað og 5 vóru sett í myrkur.

 

Bólkur 3 kannaði, um fræ av bønum tørvar vatn fyri at spíra. Turr mold var latin í 10 íløt og fræ frá bønum latin í øll íløtini. Vatn var latið í 5 íløt.

 

So stóðu øll íløtini í góðum ljósi, uttan tey fimm, sum stóðu í myrkri.

 

Næmingarnir fylgdu við, nær fræini spíraðu og skrivaðu í talvur fyri hvønn dag. Vit vóru spentast uppá fræini, sum stóðu í myrkri og tá vit opnaðu myrka kassan, tey stóðu í, vóru vit bilsin, tí hesi fræini vóru komin nógv longri enn hini, sum stóðu í ljósinum, men tey vóru kløn og long og ikki so sterk sum hini.

 

Fræini, sum ikki fingu vatn, spíraðu ikki, men fræini, sum vórðu plantað í vatt, spíraðu eins skjótt og tey í moldini.

 

Niðurstøðan var, at fræ tørvar ikki mold fyri at spíra, at fræ tørvar ikki ljós fyri at spíra, men fræ tørvar vatn fyri at spíra.

 

Nú eru fræini, sum eisini verða kallað plantubørn, blivin til plantur. Tær hava nú allar fingið størri pott, føðsluríka mold og eitt gott stað at standa, so nú bíða vit og passa planturnar væl, so vit kunnu royna og smakka nakrar bønir og ertrar seinni í summar.

 

Hetta er avgjørt nakað, sum er gott at duga og at fáast við, tí hetta er ein vegur til sjálvbjargni og at liva burðardygt og eisini at liva sunnari.

 

Vit lata tykkum frætta, tá vit fara at heysta bønir og ertrar.