Seinasti undirvísingardagur hjá 10. flokki

17. mai 2024

Í dag var seinasti undirvísingardagur hjá 10. flokki.

 

Í dag var seinasti undirvísingardagur hjá 10. flokki, og hesin dagur er øðrvísi enn aðrir. Næmingarnir í 10. flokki skipa dagin við undirhaldi inni í flokshølunum, í skúlagarðinum og á vøllinum.

Dystur var millum lærarar og næmingar og lærararnir vunnu dystin við fýra málum móti trimum. 

Veðrið var gott og tað hjálpti væl til, so uttanduratiltøkini eydnaðust væl.