Útidagur hjá 3. flokkunum í dag

29. mai 2024

Útidagur hjá 3.flokkunum

Nú verkfallið hevur vart í góðar tvær vikur, hava børnini ikki verið í skúla í hálva aðru viku. Skúlagongdin er ikki niðurløgd, men gongur bara ikki fyri seg inni í skúlanum.

 

Vanligt er hesa tíðina at gera útferðir, at hava ítróttadagar og annars at hava ítróttatímarnar úti um viðrar, og tað verður eisini gjørt nú.

 

Næmingarnir fáa heimaarbeiði á heimasetninginum, og tá høvi býðst, so møta teir upp til túrar ella aktivitetir í nærumhvørvinum.

 

Í dag møttust næmingar og lærarar í 3. flokki í avbera góða veðrinum. Næmingarnir vóru glaðir at síggja hvønn annan aftur og høvdu tað stuttligt saman.

 

Næmingarnir høvdu súkklu og svimjiklæðir við og ein góðan matpakka. Teir súkklaðu út á Skarðhamar og endaðu í svimjihøllini, áðrenn teir fóru heim vælnøgdir fyri dagin.

 

Ein góður dagur.