Hugnakvøld í Múla

30. mai 2024

4.a í Múla

 

Foreldrabólkar hava stóran týdning fyri trivnaðin í einum flokki. Foreldrabólkar skipa fyri tiltøkum uttanfyri skúlatíð sum samansjóða børn og foreldur, og ofta eru lærararnir bjóðaðir við.

 

Foreldrabólkurin í 4.a skipaði herfyri fyri einum túri norð til Múla. Málið við túrinum var at seta eplir niður. Onkur í foreldrabólkinum hevði fingið eitt stykkið til eplaveltu, og bóndin í Múla legði teimum lag á.

 

Kolgrillir vóru eisini við, so onkur fór í gongd við at tendra kolið, meðan onnur fóru í veltuna.

 

Tað gekk skjótt og væl at seta eplini niður, og hetta hildu børnini vera óføra stuttligt, og tey vóru sera hugalig.

 

Tá eplini vóru komin niður í jørðina, fingu øll pylsur, saft og sunkist og kaku omaná.

 

Ein løta var sjálvandi eisini til spæl. Børnini hugnaðu sær í bygdini, spældu í ánni og hoppaðu elastik. Tey spældu eisini okkurt spæl, har børn og foreldur kappaðust ímóti hvørjum øðrum.

 

Tá vit fara til eina fjarskotna bygd sum Múla, so merkja vit alt fyri eitt, at her er heilt øðrvísi enn í býnum.

Í hesum umhvørvinum, slappaðu foreldur og børn av. Børnini gloymdu tíð og stað og brúktu hugflogið, meðan foreldrini fingu góða samveru og gott prátt.

 

Hetta vóru perfektar hølisumstøður til eitt hugnakvøld við flokkinum saman við foreldrum og flokslærarum.

 

Ein góður, læruríkur og minniligur túrur, sum ikki verður avsluttaður, fyrr enn eplini verða uppafturtikin í heyst.