Niðri í Toftum

31. mai 2024

Niðri í Toftum


Tað er streyka, og børnini eru ikki í skúla, tí skúlin verður ikki vaskaður, men vit møtast úti av og á, nú veðrið er gott og summar er.

Í dag var 5.d og vitjaði Niðri í Toftum, har fornminni frá víkingatíðini liggja. Áðrenn vit fóru avstað frá skúlanum, samlaðust vit í nýggja amfiteatrinum uttanfyri skúlan, har gott er at sita, og fingu frágreiðing um langhúsið Niðri í Toftum, sum er eitt fornminni frá víkingatíðini.

Vit vitjaðu eina góða løtu niðri í Toftum og ótu matpakka.

Tað var ein avbjóðing, men eina lítla løtu vóru vit øll friðarlig, løgdu eygu og hendur saman og lurtaðu og vóru bara til, meðan vit sansaðu sólina, ljóðið av aldututlinum, æðurnar og vatnløkin, sum rann har við.

Vit floytaðu við grasi, funnu fjørutrøll, livandi gággur, fliður, krabbar, eitt tómt staraegg og ein áll. Tá vit skuldu heim, vart tað akkurát blivið so gott og stuttligt og vit kundu gott verið eina løtu aftrat.

Um vit geva okkum stundir at njóta og sansa náttúruna og alt, sum í henni er, so verður upplivingin góð. Tað hava vit øll gott av brúk fyri.

So njótið summarið, teir góðu dagarnar, vøkru náttúruna og hvønn annan.