Námsfrøðiligir stuðlar á Skúlatrøð

3. juni 2024

Hesi størv verða lýst leys at seta frá 1. august 2024:

· 5 tíðaravmarkað størv frá 1. august 2024 til 31. juli 2025 uml. 1232 árstímar (setanarbrot 0,7) í sertilboði

Førleikakrøv:

Námsfrøðingur ella royndir sum námsfrøðiligur stuðul.

Harafturat leggja vit dent á, at námsfrøðiligu stuðlarnir:

· vilja arbeiða eftir virðisgrundarlagi og visión skúlans

· duga at samstarva

· eru fyrikomandi

· sýna jaligan hugburð mótvegis næmingunum

· hava áræði til at taka ábyrgd

Lønar- og setanartreytir:

Størvini eru sáttmálasett og verða lønt sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Fíggjarmálaráðið. Størvini verða flokkað í 13, 15, 17, 19, 21 og 23. Hjálparfólk verða flokkað í lønarflokkunum 3-9. Barnaváttan verður kravd í samband við setanina.

Umsóknir:

Umsóknir við CV, avritum av prógvum og møguligum ummælum skulu verða skúlastjóranum í hendi í seinasta lagi mánadagin 17. juni 2024 kl. 12.00. Umsóknir kunnu sendast umvegis teldupost til: vagn.foldbo@skulin.fo ella sendast til

Á Skúlatrøð

att: Vagn Foldbo, skúlastjóri

Skúlavegur 6

FO-700 Klaksvík

Nærri kunning um størvini fæst við venda sær til Vagn Foldbo, skúlastjóra, á tlf. nr. 780202, ella senda teldupost til vagn.foldbo@skulin.fo

Komandi skúlaár ganga 751 næmingar í 1. – 10. flokki á Skúlatrøð. 70 lærarar og 15 námsfrøðiligir stuðlar arbeiða í skúlanum.