Ein leskilig heilsan frá matarskipanini á Skúlatrøð

15. juni 2024

So fer matarskipanin í summarfrí

Her er ein leskilig heilsan frá konunum í køkinum.

 

Tað er hugaligt at gera mat til næmingar á Skúlatrøð.

Vit fáa dagliga at vita, at vit duga væl at gera mat, smakkar ordiliga væl og stuttligt at royna okkurt nýtt.

Matarskipanin gleðir seg longu at gera millummáltíðir til komandi skúlaár.

Myndirnar tala fyri seg.

Góða summarfrítíð tit øll og takk fyri í ár!

 

Vit á Skúlatrøð vilja takka køksdamunum fyri fantastiska matin, sum tær borðreiða við hvønn dag og ynskja teimum góða summarfrítíð.