Mongum brestur ætlan

17. juni 2024

Í dag hava 5. flokkarnir verið útferð

Ætlanin var at ganga út í Taravíkar og hugna okkum har, men ikki tykkum at siga, so er veðrið ikki serliga útbjóðandi í løtuni.

Hildið var ikki, at tað var ráðiligt at fara til gongu til Taravíkar við so stórari fjøld, tá tað hevur regnað so illa, tí gongið verður har eftir og skjótt er til at onkur kann koma illa fyri. Avgjørt varð so at ganga niðan á Háls ístaðin og vera har eina løtu.

Næmingarnir høvdu annars fyrireikað seg til túrin í Taravík og høvdu tikið matpakka, spann og glúp við fyri at fanga kombikk, men hetta var tíverri av ongum hesaferð.

Men túrurin uppi á Hálsi var slett ikki so galin, hóast kalt og nakað av mjørka.

Vit vóna at kunna gera túrin til Taravíkar eina aðru ferð, tí har er nakað heilt serligt, men tá vilja vit hava gott veður.