Prógvhandanin 17. juni 2024

17. juni 2024

So er aftur eitt ár farið

So er aftur eitt ár farið, og vit siga farvæl við teir næmingar, sum antin gevast eftir 9. flokk ella 10. flokk.

Hetta er ein stór løta, sum hesi ungu og teirra familjur hava glett seg til. Tey hava fyrireikað seg seinastu árini og gingið til royndir, og nú kom løtan, har tey fáa prógvið.

Tey vóru yndislig og vøkur á at líta og klár at fara um gáttina út í lívið.

Vagn Foldbo skúlastjóri hevði eina góða røðu til ungdómin. Hann tosaði um ymiskar brillur, sum vit kunnu síggja veruleikan ígjøgnum, og at brillurnar altíð vilja vísa ein ávísan veruleika.

Tað hevur týdning fyri okkara veruleikafatan, hvørjar brillur vit hyggja ígjøgnum. Hann tosaði eisini um VR-brillurnar, sum tey ungu kenna til og heitti á tey, um at vera mest møguligt til staðar í veruliga veruleikanum.

Viðkomandi lærarar høvdu eisini eina vakra heilsan til næmingarnar, sum nú fara úr fólkaskúlanum.

Ein vøkur og rørandi løta fyri næmingar, foreldur, avvarandi og starvsfólk skúlans.

Vit ynskja teimum blíðan byr og Harrans signing.