So eru næmingarnir farnir í summarfrí
Í dag var seinasti skúladagur
Í dag var seinasti skúladagur fyri summarfrítíðina og eins og vanligt undanfarin ár, vóru vit úti í garðinum og fingu grillaða pylsu. Veðrið í dag var heilt gott, so gott var at fáa ljósið at síggja og merkja hitan frá sólini.
Áðrenn farið var heim, var sangløta í miðhøllini við felags sangi og kórsangi frá skúlakórinum.
Til endans tók Vagn Foldbo orðið og kunnaði næmingarnar um, at hann ikki verður stjóri, tá tey koma aftur í skúla eftir sumarfrítíðina, tí hann fer í annað starv í Havn - í Undirvísingarstýrinum.
Hann segði eisini, at hann fór at sakna nógv í skúlan, gerandisdagin og serligu dagarnar í skúlanum og kanska serliga prátini í gongini og smílini frá næmingunum.
Vagn takkaði næmingunum hjartaliga fyri tíðina, hann hevur verið í skúlanum og ynskti teimum eina góða summarfrítíð og eina góða framtíð.
Vit á Skúlatrøð vilja ynskja øllum eina góða summarfrítíð



















