Fyrsti skúladagur 2024
14. august 2024
Fyrsti skúladagur
Í dag var fyrsti skúladagur eftir summarfrítíðina.
2. til 10. flokkarnir møttu kl, 09 og 1. flokkur møtti kl. 11.
Tað er ein hátíðarløta, tá barnið fer sín fyrsta dag í skúla. Nógv verður gjørt burturúr við fyrireiking og nógv verður tosað um skúla.
Hetta er ein stór broyting fyri lítla barnið, tí umstøður og fólk eru nýggj, og gerandisdagurin er eisini nýggjur. Vit vóna, at øll fara at trívast væl her.
Bjørn Kalsø virkandi skúlastjóri bjóðaði 1. flokki og foreldrum vælkomnum. Síðani fóru næmingarnir við sínum flokslærarum at taka mynd og inn í floksstovuna, meðan foreldrini fingu sær kaffi og eitt prát við onnur foreldur.
Vit eru vónrík um komandi árið og vilja ynskja øllum eitt gott skúlaár.