So var millummálatíð

23. august 2024

Tað er fríggjamorgun, klokkan er 9.20 og millummáltíð er á skránni.

Køkskonurnar hava gjørt vognarnar til við leskiligu og heilsugóðu máltíðini og standa nú klárar at seta teir út í garðin, har næmingarnir nú vera í fríkorter.

Matarskráin í dag er Vikan, ið fór, og á vogninum er rugbreyðtvíflís við livradeiggi, pitsaflís, kirsuber, pera, víndrúvur, bananmuffins, agurk, reyðrót og heimabakað grovbreyð við súltutoyi.

Millummáltíðin er fjølbroytt og borðreitt verður við ymiskum hvønn dag, so næmingarnir hava altíð okkurt at gleða seg til.
Tað vísir seg eisini, at millummáltíðin er savnandi og skapar trivnað. 

Hetta ER gott!