Nú eru næmingaráðsval

1. september 2024

Nú eru næmingaráðsval á Skúlatrøð

Nýtt næmingaráð verður valt á hvørjum ári og er valið líka eftir skúlaársbyrjan.

Eitt næmingaráð er fyri hvørja deild, tað vil siga eitt fyri grunddeild, eitt fyri miðdeild og eitt fyri hádeild. Ein limur og ein varalimur í hvørjum flokki verða valdir.

Valið í grunddeild hevur verið, og nýggju næmingaráðslimirnir funnir. Fleiri nýggir limir blivu valdir, meðan onkur varð afturvaldur. Limirnir í nýggja næmingaráðnum í grunddeild eru á felagsmyndini.

 
Í ár vóru vallyftini eisini fleiri. Onkur vildi arbeiða fyri onkrum øðrvísi skúladegi, onkur annar fyri at skapa góðan trivnað, ímeðan aftur onkur annar ynskti at arbeiða fyri, at næmingarnir fáa skúlabúnar. 

Næsta stigi hjá næmingaráðnum verður at skipa seg.

Komandi dagarnar verða valúrslitini í miðdeild og hádeild kunngjørd.

 

Vit ynskja teimum øllum til lukku við valinum og eitt gott og virkið ár.