Rennidagurin 2024

5. september 2024

Árligi rennidagurin var í dag 

Í dag var árligi rennidagurin í allarbesta veðri.

Valskúlin skipaði fyri upphiting á vøllinum, áðrenn flokkarnir vóru sendir avstað, nakrir ísenn.

Innskúlingin hitaði upp í skúlanum og fór avstað nakað áðrenn hinir flokkarnir.

Teinarnir vóru 5 km, 7,5 km og 10 km

Tá tey komu aftur í skúlan, fingu tey kakamjólk og frukt.

Umstøðurnar at renna ella ganga í dag vóru einastandandi góðar, eitt frískt og lýtt lot og brennandi sól.