Kókaðu suppu úti í Grøv

6. september 2024

Kókaðu suppu úti í Grøv

 

Í góðveðrinum mánadagin í síðstu viku vóru næmingar í 1.a úti í Grøv og kókaðu suppu. Tað var gjørt við einum stormkøki.

Tað er hent at eiga ein stormkøk at taka við á túr, tí túrurin verður serliga hugnaligur, tá matur eisini er á skránni og serliga heitur matur.

Ímeðan suppan varð hitað, kundu næmingarnir hyggja seg um, læra og vera forvitnir og undrast. Teir vóru upptiknir í ánni við glúpi, í fjøruni og í grasinum.

Veðrið var gott, og tey hugnaðu sær óført, sum myndirnar vísa.