8. flokkur vitjar Klaksvíkar Sleipistøð
8. flokkur vitjar Klaksvíkar Sleipistøð
Evnið, sum 8. flokkur arbeiðir við í alis og evnafrøði í løtuni er ymisk metal. Tað er ikki altíð so lætt at síggja aktuella evnið viðkomandi, tá tú situr á stólinum í skúlastovuni, og tí er tað gott og mangan ein stór hjálp fyri fatanina, tá evnið kann gerast meiri viðkomandi.
Hetta kann gerast til dømis við at vitja verksmiðjur, sum í hesum føri er staðsett í býnum og tí ein góður møguleiki at stuðla undirvísingini.
Klaksvíkar Sleipistøð arbeiðir við metallum, og tí var tað eitt gylt høvi at vitja sleipistøðina fyri at síggja, hvussu metallini verða brúkt.
Í hesum føri var tað fyri at síggja, hvussu jarn og zink verða brúkt á strandfaraskipinum SAM, sum nú er uppi á beding. Her kundu næmingarnir læra og kenna munin á reinum og dálkaðum metallum. Eisini kundu teir læra, hvussu nógv skal til fyri at smelta og lodda tvey rein metal saman. Hetta verður eisini millum sveisikøn kallað sveising – tikka.
Soleiðis ber til at gera aktuella evnið viðkomandi, at næmingarnir síggja viðgerð av metal í verki og hvussu tað er viðkomandi í gerandisdegnum.
Ein læruríkur túrur.