Bókavørðurin vitjar 9. flokk

11. september 2024

Tað eru nógvar sjangrur á bókahillunum, men ofta hoyra vit næmingarnar siga, at teir finna onga bók, sum teir tíma at lesa.

Orsøkirnar til, hví næmingarnir ikki finna eina góða bók kunnu vera fleiri, og tað er her, at bókavørðurin kann gera ein mun.

 

“ Um tær ikki dámar at lesa, so hevur tú ikki funnið røttu bókina.”

J.K. Rowling

 

Sitatið kemur frá kenda rithøvundanum, sum hevur skrivað Harry Potter bøkurnar.

 

Bókavørðirnir brenna fyri at fáa næmingarnar at lesa meir, og tí hugsa teir altíð um lesifremjandi átøk. Eitt tað seinasta er, at bókavørðurin vitjar deildirnar og kunnar um bókasavnið og um bøkur.

 

Hesaferð hevur bókavørðurin verið og vitjað 9. flokkarnar og havt eina stutta kunning um bókasavnið, og um nýggjar og viðkomandi bøkur til ung.

 

Endamálið við vitjanini er at koma nærri á tal við næmingarnar og eggja teimum at seta tíð av at velja røttu bókina. Úrvalið av bókum er nemliga stórt á føroyskum og donskum, og so hava vit nakað av enskum bókum eisini.

 

Ikki tykkum at siga, so hevur lesing stóran týdning fyri okkara menning á so nógvum økjum. Vit víðka okkara sjónarring, økja um orðfeingið, læra at skilja onnur og okkum sjálv.

Vit spegla okkum í teimum persónum vit lesa um, og lesing myndar okkum sum persónar og ger okkum tilvitað um viðurskifti, vit lesa um.

 

Books are mirrors: You only see in them what you already have inside you.

– Carlos Ruiz Zafón

 

Bøkur eru spegl, og tú sært bara tað í teimum, sum tú longu hevur innan í tær sjálvum.”

 

Hesaferð hevði bókavørðurin tikið nakrar viðkomandi bøkur burturúr rúgvuni og fyrireikað seg væl við stuttari kunning um bøkurnar og um onkran høvund.

 

Sjangrurnar, sum bókavørðurin setti ljós á hesaferð vóru grafisk skaldsøga, yrkisbók um Mangatekning, krimi, realistiskar skaldsøgur og ungdómsromanir.

 

Evnini vóru sjálvandi viðkomandi fyri aldurin; tey vóru talgildi heimurin, happing, forelskilsi, fyrsti mussur, pubertetur, vinarlag, svik, rúsevnir, tilflytarar, samleiki, krimi, sorg og sjálvmorð, yvirgangsatsóknir, angist og onnur evni.

 

Endamálið við vitjanini var sostatt at vísa næmingunum, at onkur bók á hillini er til júst tey og vísa teimum á hesar.

 

Um tær ikki dámar at lesa, so hevur tú ikki funnið røttu bókina enn, sigur J.K. Rowling.

 

Um tær dámar at lesa, so er tað tí tú hevur funnið júst røttu bókina til tín, og tí er størsta ynski hjá bókavørðinum altíð at hjálpa við at finna røttu bókina, so fleiri og fleiri næmingar uppliva, at teimum dámar væl at lesa.  

 

At vitja flokkarnar og tosa um bøkurnar er eitt lesifremjandi átak, sum ger ein mun.