Úr skúlagarði í skúlakøk

12. september 2024

Av sonnum ein stuttfluttur døgurði

Tá ein forkunnug máltíð kemur upp í hendurnar bara soleiðis, er ikki at venda blinda eygað til.

Okkara starvsfólk eru skjót og fús, og tá ein havhestaungi var lendur í skúlagarðinum, so var at handla skjótt.

Húsavørðurin gjørdi skjótt av og lítið bil seinni lá havhestaungin skrædlaður á borðinum framman fyri Sonju, sum gjørdi hann til og kryddaði hann. 

 

Úr skúlagarði í skúlakøk - av sonnum stuttflutt

 

Stuttflutt var ársins orð í 2022