Skúlahornorkestrið á konsertferð í Skotlandi
Skúlahornorkestrið á konsertferð í Skotlandi
Skúlahornorkestrið hevur tað gott og er vaksið við nógvum spælarum seinasta árið. Tað eru brennandi undirvísarar og lærarar, sum eru um luttakararnar, og nú eru tey í Skotlandi á konsertferð.
Myndin av skúlahornorkestrinum varð tikin, tá tey høvdu fingið vøkru blusurnar við búmerkinum á og skuldi brúkast fyri at lýsa við ferðini. Ein vakur og fittur hópur.
Tey fóru avstað hósdagin 12. septembur og koma aftur mánadagin 16. septembur. Vit ynskja skúlahornorkestrinum góða ferð.
Norðlýsið fylgir túrinum og hevur millum annað skrivað hetta
Fyri fýra árum síðan varð ein royndarverkætlan sett í verk, og næmingar á Skúlatrøð fingu bjóðað frálæru í horn í skúlatíð. Í dag eru fleiri enn 70 næmingar, ið fáa frálæru í horn av professionellum tónleikalærarum, við Fionu Parker á odda. Harumframt hevur skúlin nú, sum tann einasti í Føroyum, egið hornorkestur við 34 blásarum. Staðfestast kann, at søgan um skúlahornorkestrið sanniliga er ein sólskinssøga
Vilja tit lesa meir um túrin, so kunnu tit fylgja við á Norðlýsinum her