Góðir svøvnvanar hjá børnum

19. september 2024

Góðir svøvnvanar hjá børnum

Góður svøvnur er altavgerandi fyri, at børn trívast og klára seg væl í skúlanum. Svøvnur styrkir immunverjuna, fyribyrgir strongd og hevur jaliga ávirkan á huglagið. Børn, ið fáa nóg nógvan svøvn, eru betur fyri at læra og hugsavna seg. 

Tørvurin á svøvni broytist við aldrinum:
0-1 ár: 15-18 tímar
1-3 ár: 12-14 tímar
3-6 ár: 10-12 tímar
6-13 ár: 9-11 tímar
12-17 ár: 8-10 tímar

Fastir svøvnvanar leggja lunnar undir góðan náttarsvøvn. 

Meir um svøvn og týdningin hann hevur fyri trivnað og menning, liggur á heimasíðuni hjá Gigni her