Fráfarandi spæliliðið

20. september 2024

Eitt av trivnaðartiltøkunum Á Skúlatrøð er eitt spælilið, har eldri næmingar skipa fyri spølum fyri yngru næmingunum í fríkorterinum.


Í dag er tað fráfarandi liðið, sum sleppur at hugna sær við bovling og einum góðum bita, nú tey lata stafettina víðari til nýggja spæliliðið, sum byrjar í næstum.

Fráfarandi spælilið hevur gjørt eitt gott og mennandi fyribyrgingararbeiði í frikorterinum. Vit takka teimum fyri ábyrgdina og ynskja teimum alt gott framyvir.