Endurnýtt til teknirøðir
21. september 2024
Teknirøðir eru væl dámdar og verða nógv læntar, serstakliga jumbobøkurnar, sum hava sítt serliga pláss.
Tá bókavørðirnir á Klaksvíkar bókasavni spurdu skúlabókavørðirnar, um teir fingu nýtt gomlu reolina í skúlanum, fekk ein av skúlabókavørðunum eitt gott hugskot beinavegin.
Hetta var akkurát nakað, sum kundi brúkast til teknirøðir, og so var farið í gongd. Og spennandi var at royna at prýða reolina til endamálið og innihaldið.
Sum tit síggja, so er reolin stak stuttlig og pen og tekur seg væl út á skúlabókasavninum.





