Vesputíðin er ikki av enn
Vesputíðin er ikki av - enn
Hetta er tíðin, tá vespurnar eru sera ágangandi. Tá vit best hildu, at tær vóru farnar í dvala ella kanska ongantíð vóru komnar fyri seg, vísa tær seg nú í stórum tali.
Sjálvandi hava vespurnar eina uppgávu og hjálpa til í urtagørðum, men vespan hevur eittans endamál; hon brúkar allar snildir fyri at føra sínar ílegur víðari til næsta ættarlið.
Vespur eta kjøt og søtmeti og annars sama mat, sum vit gera, og eta vit úti, so kunnu vit vænta, at vespurnar eru skjótar.
Matarskipanin verður summarhálvuna, og tá veðrið loyvir tí, serverað í útiøkinum, og seinastu dagarnar hava vit sæð fleiri vespur enn vit hava sæð fyrr í heyst.
Tað eru nakrir næmingar, sum eru stungnir av vespum, tá teir hava verið í fríkorter ella hava verið túr. Enntá hevur onkur verið á skaðastovuni til kanningar.
Nøkur eru róligari enn onnur, tá vespan setir seg á kroppin, og tá ein vespa valdi at seta seg á Emil í 4.d, var hann róligur og djarvur.
Hann fór ikki at skríggja og renna undan, sum nógv av okkum høvdu gjørt, men stóð pinna stillur. Hann gav vespuni frið, og hon gav honum frið. Hon slapp at hvíla seg eina góða løtu á Emil, og fleyg so sín veg.
Tað er undranarvert at kunna vera so róligur sum Emil var hesa løtuna.
Vespur fara eisini har, ið blomsturluktur er, og onkuntíð verða tær fangaðar innanfyri klæðini og fara at stinga.
Verður tú stungin, so skalt tú
· Taka broddin úr
· Køla økið niður
· Fara til lækna, um tú ert stungin í munnin, svølgið ella hálsin
Nøkur eru ovurviðkvom og tola ikki at verða stungin.
Far til lækna, um tú verður:
· Svimbul, illa til passar og mást leggja teg niður
· Fært trupult við at anda
· Fært skriða og útslett (nældefeber) á kroppinum, har tú ikki ert stungin.
Nú er vit fleiri sum vóna, at vespurnar fara í dvala, so vit kunnu njóta útilívið til fulnar.
Tú kanst lesa meir um býflugustikk og vespustikk á leinkinum niðanfyri.