Skúlatrøð vertur fyri skeiði fyri næmingaráð

26. september 2024

Skeið fyri næmingaráð

 

Mánadagin 23. septembur var Skúlatrøð vertur fyri skeið fyri næmingaráðum. Tað eru Nám og Barna- og útbúgvingarmálaráðið, sum í hesum døgum ferðast kring landið og hava skeið fyri nýggju næmingaráðunum. Við á skeiðnum vóru umboð fyri leiðslur og næmingar í skúlunum í Norðoyggjum.

 

Løgtingsins umboðsmaður hevur gjørt kanning av næmingaráðum í fólkaskúlum, frískúlum og serskúla, og við støði í kanningini, hevur umboðmaðurin gjørt vart við tørvin á næmingaráðum í øllum floksstigum.

Løgtingsins umboðsmaður hevur heitt á landstýrismannin í skúlamálum at áseta reglur viðvíkjandi næmingaráðsvali og skipan og virksemi í næmingaráðum, soleiðis at næmingar fáa greiða atgongd og ítøkilig rættindi at taka lut í virksemi skúlans.

Í frágreiðingini frá løgtingsins umboðsmanni stendur:

Umboðsmaðurin skal vísa á, at børn og ung skulu liva við teimum avgerðunum, sum tey

vaksnu taka. Skúlarnir eiga at taka børn og ung við í arbeiði sítt, tí avgerðir viðvíkjandi børnum og ungum, verða betri, tá børn og ung eru við og hava møguleika at ávirka mál, sum snúgva seg um tey. Tey skulu merkja, at teirra luttøka er týdningarmikil, og at tey hava ávirkan. Hetta viðførir, at tey verða meira áhugað í samfelagnum, taka felags ábyrgd og læra fólkaræðisliga mannagongd og atferð. Í hesum høpi kunnu næmingaráð verða við til áhaldandi at skipa luttøku av børnum og ungum í avgerðum hjá skúlunum og harvið geva børnum og ungum møguleika fyri at útinna síni rættindi og verða hoyrd og hava ávirkan á avgerðir, sum viðvíkja teimum.

Meir um kanningina hjá løgtingsins umboðsmanni her

 

Við á skeiðnum var Anne Mette Friis, fyrrverandi aðalskrivari í UNICEF í Danmark. Hon hevur drúgvar royndir við næmingaráðsarbeiði. Hon er kend fyri at tala fyri barnarættindum og eitt av hennara kendu sitatum er:

 

Børnerettigheder handler ikke om, at børn altid har ret. Men de har ret til at blive hørt, og vi voksne kan sikre, at det sker.

 

Evnið á skeiðnum var barnarættindi í høvuðsheitum, og tað vóru verkstovur, sum vóru lagaðar til bólkarnar og aldurin á næmingunum. Her fingu luttakararnir innlit I barnarættindi, sum tey skulu arbeiða útfrá í einum næmingaráði og amboð at skipa næmingaráðsarbeiði, so teir føla seg hoyrdar og virdar.

 

Eitt, sum næmingarnir eisini lærdu var, at børn hava rættindi, men hava ikki altíð rætt.

 

Næmingarnir í grunddeild vóru á skeið fyrrapartin, og næmingarnir í miðdeild og hádeild vóru út á seinnapartin.

 

Tað sigur seg sjálvt, at tilgongdin at læra um næmingaráð og barnarættindi er ymisk alt eftir hvørjum aldri tú ert í, so tá yngru børnini vóru á skeið, so var hetta eisini ein spælandi tilgongd, har spurningar um barnarættindi vóru skipaðir í rørsluspæli uttandura. Eisini høvdu yngru næmingarnir vitjan av rúmdarveruni ZORP, sum vildi vita, hvat skuldi til, fyri at hava eitt gott lív. Her komu nógv viðkomandi og góð svar frá børnunum.

 

 

Luttakarar og vaksin siga, at hetta var eitt gott og læruríkt skeið.