Fyrisøgn í rørslu
7. oktober 2024
Fyrisøgn í rørslu
Vit vita, at tað er gott at røra seg, og tá vit hava sitið ov leingi still, so merkja vit tað bæði á kroppinum og á evninum at hugsavna okkum.
Tað ber serastakliga væl til at læra í rørslu, og í innslagnum her, er tað 4.d, sum seinnapartin á skúladegnum hevur "hentediktat" úti í skúlagarðinum.
Skjalið til fyrisøgnina liggur á einum posti í skúlagarðinum, so skulu næmingarnir renna á ein annan post eftir orðunum og minnast. hvussu tey stavast og skriva tey niður í skjalið.
Tað sá út sum, at hetta var ein óføra stuttligur máti at skriva diktat.