Kunning um atkvøðurætt til skúlastýrisval
8. oktober 2024
Kunning frá Undirvísingarstýrium um valrætt til skúlastýrisval.
Nú tað stundar til skúlastýrisval, er tað týdningarmikið, at foreldur at børnum í skúlanum vita, um tey hava atkvøðurætt.
Hvør hevur atkvøðurætt?
- Foreldur hava atkvøðurætt, um tey eru løggildu foreldur at barninum, sum gongur í skúlanum. Hetta merkir, at tað er neyðugt at hava foreldramyndugleika fyri at hava atkvøðurætt. Hetta eiga foreldur at vera kunnað um. Um tey eru í iva, um tey hava atkvøðurætt, er her ein máti at kanna, um mann hevur foreldramyndugleika/atkvøðurætt.
Havi eg sum foreldur atkvøðurætt?
- Á Vanganum (app):
- Far til "Vangamynd"
- Niðast á síðuni stendur "Børn undir 18 ár"
- Um barnið/børnini standa har, hevur tú foreldramyndugleika
- Um tú ikki ert skrásett/ur rætt:
- Vend tær til Familjufyrisitingina (um tú ert ógift/ur)
- Vend tær til lokala prestin, um tú ert gift/ur
- Báðir myndugleikar hava beinleiðis atgongd til fólkayvirlitið (FOLK) - Kervi er knýtt í FOLK
Møguligar misskiljingar
- "Fráboðan av faðirskapi" og "fráboðan av avtalu um felags foreldramyndugleika" eru ikki tað sama
- Tað seinna er neyðugt fyri at hava atkvøðurætt til skúlastýrisvalið
Týdningarmikið at minnast til
Foreldur, sum eru í iva, eiga at kanna málið og venda sær til viðkomandi myndugleikar um neyðugt, so tey kunnu tryggja sær atkvøðurætt til skúlastýrisvalið.
Vallistarnir verða lagdir fram í seinasta lagi 22. oktobur. Hesir kunnu síggjast á skúlanum og á kommunuskrivstovuni.