Múlaeplini hjá 5.a

9. oktober 2024

Einaferð í vár skipaði foreldrabólkurin í 4.a fyri einum túri norð til Múla. Málið við túrinum var at seta eplir niður. Onkur í foreldrabólkinum hevði fingið eitt stykkið til eplaveltu, og bóndin í Múla legði teimum lag á. Myndir og frásøgn frá túrinum í vár liggja her.

 

Nú ganga næmingarnir í 5.a, og teir hava aftur verið í Múla, nú saman við flokslærarunum, og tikið eplini upp. Vit hava fingið ein hugaligan tíðindastubba frá 5.a:

 

Vit vóru í Múla 18. septembur við 5.a og tóku eplir upp, sum vit settu niður í vár.  Bóndahjúnini Elsa Maria og Símun skipaðu fyri og vóru sera blíð. Eftir vit høvdu tikið eplini upp, vóru vit boðin inn í fjósið til ein lekkran drekkamunn.

Allir næmingarnir fingu 2 kg av eplum við heim, og vit eru samd um, at eplini vóru ordiliga góð.

 

Múlaeplini vóru eisini brúkt til millummáltíð í skúlanum. Vit í 5.a vaskaðu og skóru 80 kg av eplum. Køksdámurnar bakaðu eplini, og síðani sluppu allir næmingarnir á Skúlatrøð eisini at smakka múlaeplini.

 

Hetta eru herlig og góð tíðindi, tá vit síggja, hvussu vit kunnu menna tilvitið um okkara náttúru og tað tilfeingi, hon hevur til okkara. Os so eisini tað, at allir næmingarnir í matarskipanini á Skúlatrøð fingu smakk av eplunum.

 

Orðatakið sigur:

Søtur er sjálvgivin biti

 

Tað er læruríkt og at seta eplir niður og taka tey uppaftur fleirfoldað og av hesum kenna vit takksemi og nøgdsemi.