Virkið útilív og virkin lívfrøði í oktobur
10. oktober 2024
Í vikuni undan heystfrítíðini, hava næmingar havt “hands on” í útilív og lívfrøði.
Í lívfrøði hava næmingar lært um, hvussu hjartað og lungu eru uppbygt, og hvørja uppgávu tey hava í kroppinum.
Síðani sluppu tey at síggja, føla og nerta við seyðahjørtu, seyðalungu, nýru og hvítanýru.
Í útilív hava næmingar verið á postarenning, nøkur hava fiskað, og síðani skorið fiskin upp fyri at kanna, hvat er innaní einum fiski.
Ein góð og virkin vika við ágrýtnum næmingum.