Sjeyndi flokkur smakkar uppá bøkur

11. oktober 2024

Eitt afturvendandi lesiátak á skúlabókasavninum er at bjóða 7. flokki til bókasmakking.

Bjóðað verður inn til eina trý-rættaða matarskrá, sum inniheldur bøkur. Næmingarnir velja sær eina bók í trimum umførum. Útvaldar fiktións- og yrkisbøkur liggja á einum sjálvtøkuborði.

Næmingarnir fara fyrst til forrætt og velja sær eina bók. Teir sita eina løtu og blaða í bókini og lesa onkra síðu. Tá ein løta er farin, so skulu teir fylla ein frymil út, har teir skriva heilt stutt um bókina, hvør hevur skrivað, hvat tekstaslag og um teir halda, at bókin er áhugaverd og verd at lesa. Teir geva so bókini stjørnur.

So ringir klokkan, og tíðin er komin til høvuðsrættiin. Mannagongdin er tann sama, tá næmingarnir hava valt sær eina bók til høvuðsrætt og tað sama er við omanábókini.

Tá næmingarnir nú hava fingið ein brellbita av trimum ymiskum bókum, sum sóu áhugaverdar út og hava fingið ein forsmakk, so kunnu teir læna sær eina av hesum bókunum.

Endamálið við tiltakinum er at geva næmingunum møguleika og stundir at smakka uppá bókina og eggja teimum at lesa. Tað er nemliga umráðandi at lesa baksíðuna og kunna seg um innihaldið, fyri at finna røttu bókina, og tað er her, at tíðin tú fært til hetta er avgerandi.

Nú er bara at finna sær røttu bókina at lesa í heystferiuni.