Heystdagur í Haraldsundi

20. oktober 2024

Heystdagur í Haraldsundi

 

Tað eru ikki øll børn, sum hava møguleika at vera við til fjallgongu og slakt ella kenna til tað, og tí er tað ein lærdómur, um tey kunnu nema hetta í skúlahøpi.

 

Beint fyri heystferiuna var 5.b bjóðaður norð til Haraldsund at uppliva ein part av heystinum. Tey vóru í Haraldsundi frá morgunstundini av. Hanna bjóðaði teimum norð at taka eitt lamb og vera við til at fletta lambið. Tey skuldi eisini taka eplir upp, sum tey skuldu eta seinni.

 

Dagurin byrjaði við, at tey fóru eftir lambinum, sum skuldi flettast. Síðani vóru tey við undir flettingini og fingu greitt frá ymsu gøgnunum, og hvussu tey virka. Børnini fylgdu væl við gongdini og vóru ógvuliga forvitin. Filmsbrotið vísir til dømis, hvussu lunguni virka.

Tá lambið var flett, fingu børnini munnbitar við góðum viðskera, sum Hanna altíð ger úr kjøtinum, sum hon fær av seyðinum. Hetta vóru sera góðir bitar – skerpikjøt, kjøtpylsa, rullupylsa og skinsakjøt. So her sóu børnini hvat kann fáast til matna burturúr einum seyði.

 

Síðani var farið at gera blóðpannukøkur í køkinum, og væl smakkaði.

Áðrenn dagurin var liðugur, og næmingarnir skuldu heim, fingu teir ræstkjøtasúltu, feska súpan við eplum, kjøti og grønmeti í og køku omaná.

 

Hetta má sigast at hava verið ein upplivingarríkur dagur fyri børnini í 5.b.

 

Ein dagur, merktur av føroyska heystinum, har góða tilfeingið úr náttúruni verður tikið inn og hagreitt.

 

Hetta er eisini skúli, og soleiðis taka vit okkara ríka land inn um skúlans gátt, tí skúlin er eisini tað, sum gongur fyri seg uttanfyri skúlabygningin.