Uppstillingarfundur til skúlastýrisval
Uppstillingarfundur til skúlastýrisval verður í miðhøllini á Skúlatrøð mánakvøldið 28. oktober kl 19.00. Øll foreldur eru hjartaliga vælkomin.
Sum kunnugt verður skúlastýrisval týsdagin 12. november 2024. Foreldur hava ein stóran leiklut í skúlagongdini hjá einstaka barninum. Tit eru við til at skapa tryggleika, trivnað og læring. Samskifti og samstarv millum skúla og heim hevur tí alstóran týdning, bæði fyri menningina hjá einstaka barninum og menningina hjá skúlanum sum heild.
Samstarvið fer fram í gerandissamskifti millum skúla og foreldur, men við foreldraumboðunum í skúlastýrinum kunnu foreldur eisini fáa beinleiðis ávirkan á, hvussu gerandisdagurin í skúlanum verður skipaður.
Øll við foreldramyndugleika yvir børnunum, sum eru skrivað inn í skúlan, hava valrætt og valbæri til skúlastýrið. Vallistin liggur frammi á kommunuskrivstovuni fram til 5. november. Fólk, sum ikki eru á vallistanum, og sum hava valrætt og valbæri, skulu venda sær til formannin í valnevndini í seinasta lagi týsdagin 5. november fyri at koma á vallistan. Til ber at greiða brævatkvøðu á kommunuskrivstovuni og á skrivstovu skúlans.
Í samband við valið verður uppstillingarfundur í miðhøll skúlans mánakvøldið 28. oktober kl 19.00. Har verður kunnað um ábyrgdir og uppgávur hjá skúlastýrinum eins og formligu mannagongdirnar í samband við valið. Eftir fundin verður uppstillingarfundur. Seinasta freist at lata valevnislistar inn er týsdagin 5. november kl 16.00. Valið verður saman við kommunuvalinum í KÍ-høllini.
Hjálagdur er ein kunningarfaldari um valið.
Vegna valnevndina
Jónleif Johannesen, form.
Telefon 780202 – tpost: jonleif.johannesen@skulin.fo