Starvsfólk á skeið í lívbjarging

22. oktober 2024

Starvsfólk á skeið í lívbjarging

 

Í septembur vóru viðkomandi starvsfólk á skeið í lívbjarging í svimjing. Fyrst høvdu tey ein dag við ástøðiligari undirvísing og síðani var ein dagur við undirvísing í verki, har tey vóru í hylinum.

 

Fólkaskúlalógin hevur greið krøv til svimjiundirvísingina viðvíkjandi trygd, og lívbjarganarprógvið skal sambært galdandi reglum endurnýggjast árliga.

 

Landstýrismaðurin í Barna- og útbúgvingarmálaráðnum Djóni N. Joensen, sendi í mars 2023 eitt rundskriv út til allar skúlar í landinum. Rundskrivið snúði seg um trygdartiltøk í samband við svimjiundirvísing í fólkaskúlum, og har stendur, at undirvísingin í svimjing skal leggjast til rættis við atliti at størsta tryggleika næminganna.

 

Rundskrivið áleggur leiðslu skúlans í sambandi við alla svimjiundirvísing at seta starvsfólk við neyðugum førleikum og at hava hert eftirlit við, at allar skipaðar mannagongdir og trygdarreglur í sambandi við svimjingina verða fylgdar.

 

Tað er skúlaleiðarin, sum tilmeldar starvsfólkini, sum skulu taka lívbjargingarskeiðini, og saman við undirvísingarstýrinum og skeiðsveitarunum verður skipað fyri, at svimjilærararnir fáa høvi at taka kravdar royndir og skeið.

 

Ynskir lesarin at lesa meir úr rundskrivinum frá landstýrismanninum, so er at trýsta her