Myndin hesa vikuna

1. november 2024

Hesar myndirnar prýða veggin í matarhøllini

Eg spurdi meg fyri, hvør hevði teknað ella málað, og jú, hesar myndirnar høvdu næmingar í 5. flokki gjørt í evning. Fremstu myndina hevur Bára Johannesen teknað.

Tað má vera gott at sita í friði og frítt kunna tekna og skapa myndir, sum koma frá einum sjálvum við íblástri frá øðrum.

Myndirnar eru so vakrar og frískar, at ein verður glaður og heitur um hjartað at síggja tær.

Tað hevur týdning fyri menniskju at síggja vakurleika.

Gott vikuskifti!