Politisk kafe í Varpinum
1. november 2024
Týsdagin tann 5. novembur skipar næmingaráðið í hádeild fyri Politiskari Kafe í Varpinum.
Á skránni verða framløgur frá ungum limum í politisku flokkunum, har tey m.a. koma at greiða frá týdninginum av at hava ungar røddir í føroyskum politikki.
Eftir framløgurnar verður orðaskifti, har til ber hjá næmingunum at seta politikarunum viðkomandi spurningar.
Endamálið við tiltakinum er at varpa ljós á eitt væl virkandi fólkaræði og at kveikja áhugan hjá ungum fyri politikki.
Politiska Kafein er fyri næmingar í hádeild.
Hvat: Politisk Kafe
Hvar: í Varpinum
Nær: Týsdagin 5. novembur Klokkan: 13.30 - 15.30
Stuðla tiltakinum hava Føroyabjór, Kjølbro Heilsøla, Inn í Klaksvík og FK í Klaksvík