Politisk kafe í Varpinum

5. november 2024

Politisk Kafe í Varpinum

Týsdagin 5. novembur skipaði næmingaráðið í hádeild fyri politiskum tiltaki í Varpinum. Endamálið var at kveikja áhugan hjá ungum fyri politikki og at varpa ljós á eitt vælvirkandi fólkaræði.

Heilt fitt av næmingum vitjaðu Varpið, meðan yngri umboð úr øllum flokkum greiddu frá, hví tey hava valt at vera virkin í politikki.

Aftaná framløgurnar var orðaskifti á skránni, har møguligt var hjá næmingunum at seta spurningar til politikkarnar.

Heilt nógvir spurningar vóru spurdir; m.a. um skúlagarðin, um súkkluparkering og súkklubreytir, um nýggja fimleikarhøll, um jólahugna í býnum og mangt, mangt annað.


Steintór Rasmussen sang nøkur løg, og prátið gekk lystiliga, eisini millum tey ungu og politikkararnar.

Hetta var eitt væl eydnað tiltak, sum næmingaráðið í hádeild hevði skipað fyri. Vónandi fara vit at síggja nógv meira til tílík tiltøk frá teimum ungu.

Síðsta myndin í røðini er av næmingaráðnum í hádeild.

Stuðla tiltakinum hevði Føroyabjór, Kjølbro Heilsøla, Inn í Klaksvík og Varpið.